Jóan Símun til Newcastle
Stórtalenti av Toftum hevur gjørt sáttmála við Newcastle  

Hetta er nakað vit føroyskir Newcastle fjepparar kunnu fegnast um. Tað er eingin ivi um at ungi aldurin hjá Jóan Símum ivaleyst fer at gera at hann enn kann menna seg nógv og vónandi tí kann gera seg galdandi í Premier League.

Fyribils er sáttmálin galdandi fram til juli, við eini optión um at leingja sáttmálan um toftamaðurin klárar seg væl.

Les áhugaverda grein á nufcblog.com um Jóan Símun her

 Hvat halda tit um at Newcastle hevur keypt ein føroying?

Skriva viðmerking
Viðmerkingar
Fantastiskt
Eg haldi at tað er fantastiskt. Jóan Símun er tann besti ungi føroyski leikarin í løtuni, og eg havi stórar vónir til, at hann fær ein langan sáttmála í summar og blívur ein fastur partur av besta hópinum.
Jóhan Vest
Vit eru til tygara tænast
Norðlýsið
0,02